Handilstreytir hjá Optikbúðini

Optikbúðin
Bøgøta 5
FO-100 Tórshavn
Føroyar

optik@optik.fo

V-tal: 384887

IBAN: FO94 9181 0002 0104 71
BIC: EIKBFOTF
Bank: Betri Banki

Gjalding

Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.

Tá talan er um fysiskar vørur, verður peningurin trektur av tygara konto, tá vøran verður send frá Optikbúðini. Tá tú keypir talgildar vørur, verður fyrsta gjaldið trekt av kontuni beinanvegin, og síðani samsvarandi við treytirnar í haldinum.

Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.

Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).

Optikbúðin nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.

Heimasíðan hjá Optikbúðini verður somleiðis bronglað við SSL protokol.

Levering

Vit bíleggja flest allar linsur úr Danmark, tá er veitingartíðin 14 dagar. Í einstøkum førum eiga vit linsurnar inni, tá er veitingartíðin 1-3 dagar.

Øki: Vørur verða sendar við Posta, og verða bert leveraðar í Føroyum.

Iðrunarrættur

Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðrunarrætt.

14 dagar eru at rokna frá tí degi vøran er leverað.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.

Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti optik@optik.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)

Standur á vøruni við afturbering

Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið skyldast aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt í tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Optikbúðin um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Endurgjald

Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast frá Optikbúðini í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Optikbúðin endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Optikbúðin
Bøgøta 5
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Endurgjaldskrav sent sum postkrav verður ikki móttikið.

Viðskifta- og privatlívspolitikkur

Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.

  • Starvsfólkum og leiðslu hjá Optikbúðini
  • Útvaldir og álítandi triðjamenn, ið nýta tínir persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
  • Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.

Fyri at strika tínar upplýsinar, skal Optikbúðin hava fylgjandi:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tað tænastur vit selja.

Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Optikbúðini, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.

Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.

Stjóri og starvsfólk hjá Optikbúðini hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.

Ábyrgd av dátum hjá Optikbúðini: Optikbúðin

Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.

Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Optikbúðini. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til optik@optik.fo.

Cookies
Vit nýta farspor á optik.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her undir okkara privatlívspolitikki.

Hagtøl
Vit nýta hagtøl á optik.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.

Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Optikbúðini.

Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Brúkaravernd

Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay:
https://quickpay.net/dk/terms-of-service

Klagur

Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.

Iðrunarfrymil

(hesin frymil skal fyllast út og sendast til optik@optik.fo um iðrunarrætturin er galdandi)

– Til [Optikbúðin, Bøgøta 5, FO-100 Tórshavn, Føroyar, optik@optik.fo]:

– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum iðrunarrætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:

– Navn á vøru (*)

– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)

– Navn á keypara (Forbrugernes navne)

– Bústaður hjá keypara (Forbrugernes adresse)

– Undirskrift hjá keypara (Forbrugernes underskrifter) (kun hvis formularens indhold meddeles på papir)

– Dagfesting