Dátuverndarkunning

Sp/f Optikbúðin (“Sp/f Optikbúðin”, “vit”, “okkum”, “okkara”) hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá Sp/f Optikbúðin viðgerð upplýsingar í samband við okkara handilsvirksemi, har vit avgera endamálið við viðgerðini, er Sp/f Optikbúðin sum meginregla dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið verða viðgjørdar sum partur av uppgávuni.

Hendan dátuverndarkunning lýsir tær viðgerðir Sp/f Optikbúðin fremur sum dátuábyrgdari.

Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari

Vitjandi á heimasíðuni
Endamál: Vit viðgera persónupplýsingar fyri at kunna veita ávísa tænastu, m.a. keyp á netinum, bíleggja sjónkanning. Harumframt nýtir síðan ávís farspor, ið skráseta upplýsingar um tóleindina (teldu/teldil/snildfon) hjá tí vitjandi fyri at kunna betra um okkara síðu og veita tí vitjandi eina betri uppliving.

 

Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar á okkara kunning um farspor.

Heimild fyri viðgerðini: Vit viðgera upplýsingarnar grundað á samtykki frá tí skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

 

Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, tá vit útinna innanhýsis greiningar av ferðsluni á netinum fyri at kunna betra um virknaðin av síðuni og upplivingina, hjá tí vitjandi sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum tann vitjandi sendir okkum umvegis heimasíðuna, undir hesum navn, bústað, teldupost og telefon umframt upplýsingar um stuðulsumsókn og endamál.

 

Harumframt viðgera vit persónupplýsingar um tóleindina, IP-adressu, og farsporstillingar hjá tí vitjandi.

‍Kelda: Upplýsingar koma frá tí vitjandi.
Móttakarar av dátum: Sum meginregla lata vit ikki tínar persónupplýsingar víðari til annan dátuábyrgdara, men nýta vit í ávísum førum útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Varðveitslutíðarskeið: Lesa meira um hetta á okkara kunning um farspor.

 

Søla | Online
Endamál: Endamálið við okkara viðgerð er at kunna avgreiða sølu á okkara heimasíðu.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunna veita kundanum eina góða tænastu.
Sløg av persónupplýsingum: Vit skráseta vanliga persónupplýsingar um sum navn, bústað, telefon nummar og teldupost bústað. Kundin hevur eisini møguleika at skráseta aðra adressu, sum vøran skal sendast til.
‍Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum tá viðkomandi bíleggur sær eina vøru.
Móttakarar av dátum: Sum meginregla lata vit ikki tínar persónupplýsingar víðari til annan dátuábyrgdara, men nýta vit í ávísum førum útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

 

Sjónkanning & Bílegging á heimasíðuni
Endamál: Endamálið er at gera eina sjónkanning, har vit kanna eyguni hjá kundanum.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting sjónini hjá kundanum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Viðgerðin av heilsuupplýsingum er grunda á § 12, stk.1 nr.8 um sjúkraviðgerð.
Sløg av persónupplýsingum: Í samband við bílegging á heimasíðuni viðgerða vit vanligar persónupplýsingar sum navn, telefon, teldupost umframt at tú kann velja at gera eina viðmerking. Í samband við sjónkanningina kanna vit heilsustøðuna á egunum og hvussu støðan á sjónini er.
‍Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum tá viðkomandi bíleggur sær eina sjónkanning. Herumframt skrásetur optikkarin leypandi upplýsingar um eyguni undir sjónkanningini.
Móttakarar av dátum: Persónupplýsingarnar verða ikki latnar øðrum dátuábyrgdara. Vit nýta tó útvaldar KT-veitarar í sambandi við skráseting og goymslu av upplýsinginum.

 

Starvsumsóknir
Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt opið ella framtíðarstarv hjá okkum.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

 

Í ávísum førum kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv í staðin skuldi verið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar.
‍Kelda: Upplýsingarnar koma frá umsøkjaranum. Vit kunnu í einari setanartilgongd eisini leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum.
Móttakarar av dátum: Persónupplýsingarnar verða ikki latnar øðrum dátuábyrgdara. Vit nýta tó útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum, m.a. veitara av teldupostskipan. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Varðveitslutíðarskeið: Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 24 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar.

 

Fyrisiting av veitarasamstørvum
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur- og tænastur frá okkara veitarum.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunna røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran umframt samskiftisupplýsingar hjá ávísum starvsfólki hjá veitaranum.
‍Kelda: Upplýsingar koma frá veitaranum ella starvsfólki veitarans.
Móttakarar av dátum: Eftir umbøn kann Januar lata upplýsingarnar víðari til aðrar dátuábyrgdarar, undir hesum grannskoðara felagsins ella almennar eftirlitsmyndugleikar.

 

Januar nýtir harumframt útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

 

Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond

Sum meginregla verða persónupplýsingar ikki fluttar til annað triðjaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, harav viðgerð av persónupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran.

Dátuvernd

Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita kundum okkara. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum hægstu KT-trygdarraðfesting. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja kundadátur, persónupplýsingar og aðrar trúnaðarligar upplýsingar. Vit útinna javnan innanhýsis eftirlit og skoðan innan dátuvernd fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Sp/f Optikbúðin hevur skyldu til at fylgja.

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Sp/f Optikbúðin avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkara.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Samband

Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Sp/f Optikbúðin

Bøgøta 5

FO-100 Tórshavn

 

+298 31 00 88

optik@optik.fo

www.optik.fo

 

Kæra

Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til optik@optik.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.

Dagføringar

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 13.05.2024.